Greinir

21 sannar detektivgátur

 

Ýr Einarsson Patursson, 9 ár, ummælir

Eg haldi, at bókin er rættiliga góð, men hon er ikki ein av teimum bestu, eg havi lisið. Har eru ordiliga nógvar góðar (detektiv)søgur, men nakrar eru ikki so áhugaverdar. Har er eitt árstal, hvørja ferð man kemur til eina nýggja gátu, og tað er rættiliga snilt, tí at so veit man, nær tað er hent. Besta gátan í bókini er: Kongurin má doyggja.

Eitt gott við bókini er, at tað eru nógvar stuttar søgur, og at man kann lesa eina í senn. Hvør søga er ein gáta, og um tú fylgir væl við og hyggur væl at myndunum, klárar tú kanska at gita svarið til gátuna. Og um ikki, so ber eisini til at lesa svarini til gáturnar í bókini.

Bókin er rættiliga løtt at lesa, og har eru nakrar myndir til hvørja gátu. Eg viðmæli børnum, sum dámar at lesa sannar krimisøgur og líknandi, at lesa bókina.

Detektivsøgurnar eru eisini lisnar upp í Barnaútvarpinum. Lurta eftir fyrsta parti her!