Greinir

Barbie

 
 

STROK ummælir

Hvat er tað fyrsta, tú hugsar, tá tú hugsar um Barbie? Ljósareytt!🩷

Filmurin í Havnar Bio er heldur ikki byrjaður, tá vit síggja ljósareytt á fyrsta sinni. Warner Bros, sum hevur gjørt filmin, hevur nevnliga gjørt sítt kenda logo ljósareytt til hetta høvið. Tá flenti fjøldin í fylta salinum fyrstu ferð, og tað varð flent nógv og ofta næstu tveir tímarnar. 

Barbie er í stóran mun ein skemtifilmur, og tað er eitt av tí, sum fleiri fara at minnast hann fyri. Óendaliga nógvar sera stuttligar væl umhugsaðar detaljur, har tey skemta ella gera gjøldur við Barbie, bæði hvussu Barbie er og sær út, men eisini við øllum í Barbielandi - ikki minst Ken.

Heilt stutt kann sigast um søgugongdina, at Barbie brádliga fer frá sínum super perfekta lívi til tað óperfekta og meira menniskjaliga. Hesum kann hon als ikki liva við, og hon má tí fara til „The real world” at finna gentuna, sum eigur og spælir við seg: „Bara á hendan hátt kann eg steðga ræðuligu gongdini og koma aftur til mítt perfekta barbielív”. 

Um hetta eydnast, og hvørjum avbjóðingum hon møtir á leiðini, skulu vit ikki avdúka her. Vit kunnu tó siga so mikið sum, at hetta er ein annarleiðis filmur, sum snýr seg um kvinnur og menn anno 2023, ta perfektu kvinnuna, søguna hjá Barbie frá byrjan til í dag og mangt annað.

Ein super populerur filmur, sum hevur sett fleiri met, síðan frumsýningina, og sum hevur fylt salin í Havnar Bio fleiri ferðir um dagin, eins og hann ger í USA og í londunum kring okkum. Høvuðsleiklutirnar sum Barbie og Ken spæla Margot Robbie og Ryan Gosling. Um filmurin skal hava STROK-stjørnur, so fær hann 4 1/2 av 6. Um hann BARA skuldi fingið stjørnur fyri, hvussu væl og flott Barbieland er gjørt, og hvussu nógv tað líkist Barbie og leikunum í veruleikanum, so fekk hann 6S