Greinir

Genshin Impact

 

Anna Solbjerg Jóhansdóttir, 15 ár, ummælir

Genshin Impact er eitt spæl hjá miHoYo. miHoYo er eitt kinesiskt felag, ið ger spøl. Tey gera fleiri spøl, eitt nú Honkai Impact, Tears of Themis og Genshin Impact (øll hesi spølini eru ókeypis at spæla).

Genshin Impact er eitt ARPG­high fantasyspæl. ARPG merkir, at tað er eitt rolluspæl, sum eisini hevur stórt fokus á bardagar.

Genshin Impact fer fram í einum heimi, sum eitur Teyvat. Spælið snýr seg um tveir tví­ burar, sum verða skildir, tá teir royna at ferðast víðari frá Teyvat. Ein ókendur gudur loypur á, tá teir royna at sleppa víðari, og skilir teir sundur. Hetta ger, at tann tvíbururin, sum tú velur at vera, fer at ferðast um alt Teyvat saman við einum lítlum álvalíknandi kríatúri, sum eitur Paimon.

7 lond

Í Genshin Impact eru sjey lond, sjey elementir og ein gudur – ella ein Archon, sum hann eitur í spælinum – til hvørt element og land. Archons eru hægst í landinum. Element­ ini eru Anemo (vindur), Geo (steinar), Electro (elektrisitetur), Dendro (plantur), Hydro (vatn), Pyro (eldur) og Cryo (ísur). Archons geva eisini krystallir, sum eita „visions”, út til fólk, um tey hava nógva viljastyrki.

Tú fært eitt av teimum sjey elementunum, sum passa best til tín. Tíni „visions” geva beraranum gandamegi, sum hann/hon kann brúka at berjast við. Samanlagt eru tey grundað á hvør sítt land ella hvør sín heimspart.

Tað fyrsta staðið, tú kemur til, er Mondstadt, sum minnir um Vesturevropa . Her ræður gud­ urin Anemo Archon (hesin eitur Barbatos). Síðani kemur tú til Liyue, sum minnir um Kina, har ið gudurin Geo Archon ræður (hesin eitur Morax). Til síðst kemur tú til eitt stað, sum eitur Inazuma, og sum minnir um Japan. Her ræður gudurin Electro Archon (hesin eitur Baal).

Nýtt hvønn mánað

Har kemur okkurt nýtt út hvønn mánað, sum tú kanst leggja aftrat spælinum. Eisini eru umleið trý tiltøk í hvørjari dagføring, sum tú kanst luttaka í við at spæla. Tá tú spælir, fært tú „Primogems”. Hetta eru pengar, sum tú fært til at gambla við í spælinum. Pengarnar brúkar tú til at fáa tær nýggjar persónar at spæla sum/vera. Í spælinum kanst tú fara á rannsóknarferðir, sum verða kallaðar „quests”.

Mega flott!

Fyrst og fremst er hetta spælið mega flott. Persónarnir og djórini eru øll serlig, og mann sær beinanvegin, um tey eru frá Inazuma, Mondstadt ella Liyue. Tónleikurin í Genshin er eisini heilt fantastiskur. Mítt yndislag er „Rage Beneath the Mountains”, sum er frá, tá man berjist ímóti Azhdaha. Mær dámar eisini sera væl lagið „Flickering Candlelight”.

Í spælinum eru eisini nøkur ordiliga góð films­brot, sum bróta av og fortelja søguna í spælinum.