Greinir

Jógvan, 12 ár: “Eg tori ikki at blunda, men tá ið eg hyggi, verði eg uppaftur bangnari”

Mynd: Savnsmynd

 

Jógvan hevur altíð verið myrkaræddur. Í seinastuni er tað vorðið verri, nú torir hann nóg illa at ganga heim frá vinunum um kvøldið

Jógvan minnist ikki, nær hann uppdagaði, at hann var myrkaræddur. Hann heldur, at hann altíð hevur verið tað. Myrkaræðslan avmarkar hann, so at hann ikki kann gera ymiskt stuttligt, eitt nú sova hjá vinum sínum.

- Eg tori ikki at ganga ávís støð, tá ið tað er myrkt. Og um eg noyðist, so skundi eg mær og renni. Um eg vakni um náttina, so fái eg ikki sovnað aftur, tí eg byrja at hugsa óhugnaligar tankar. Eg tori ikki at blunda, tí tað følist, sum um onkur fjalir seg í myrkrinum, men um eg hyggi, so verði eg uppaftur bangari, sigur Jógvan.

Undarlig ljóð

Tað er eyka keðiligt, tá ið Jógvan er einsamallur heima, serliga um tað er songartíð. Tá ið teir óhugnaligu tankarnir koma, plagar hann at lesa okkurt stuttligt ella hyggja í sjónvarp. Men hann má alla tíðina lurta og vita, um hann hoyrir nakað. Í seinastuni er tað vorðið verri, tí høvdið á Jógvani er fult við fantasiverum úr filmum og bókum. Tí tað undarliga er, at honum dámar ógvuliga væl ræðufilmar og lesur ofta óhugnaligar bøkur.

- Mær dámar filmar, sum eru óhugnaligir og ræðandi. Eg royni at lesa um dagin, tá ið tað er ljóst, men tankarnir koma aftur, tá ið tað er myrkt.

Jógvan hevur ein eldri beiggja, sum ofta hyggur at ræðufilmum. Um Jógvan ikki torir at hyggja at filmunum, so kann tað vera nokk, um stóribeiggin sigur frá, hvat filmarnir eru um. Tað er næstan enn meira ræðandi, tí tá sær Jógvan allar tær ræðuligu senurnar inni í høvdinum í staðin. Serliga, tá ið hann skal sova.

- Eg royni at lata vera við at hugsa um tað, men tankarnir koma bara av sær sjálvum, eg fái ikki steðgað teimum.

Jógvan hevði viljað, at hann var meira sum vinmaðurin. Hann hyggur ofta at ræðufilmum, men verður als ikki bangin.

- Hann dugir væl at skilja ímillum, hvat er veruligt, og hvat er falskt. Tað hevði eg eisini viljað dugað.

Jógvan eitur í veruleikanum nakað annað.


3 spurningar til sálarfrøðingin Ásu á Neystabø

Hvat kann Jógvan gera fyri at verða minni bangin/róligari?

NÁTTARLJÓS: Tað kann vera eitt gott hugskot hjá Jógvani at hava eina lítla lampu tendraða inni í kamarinum um náttina. Tá Jógvan vaknar um náttina og fær óhugnaligar tankar um, at okkurt fjalir seg í myrkrinum, so sær hann, at alt er í lagi.

HUGSA UM OKKURT STUTTLIGT: Tá man er bangin, og hjartað er farið at sláa títtari, kann tað vera trupult at finna ein góðan og hugaligan tanka ímillum teir óhugnaligu. Tað kann tí vera skilagott hjá Jógvani at hugsa eitt sindur um, hvat er ein góður tanki? Ein tanki, sum kann vinna á teimum keðiligu og óhugnaligu, tá hann kennir seg bangnan. Tað kann vera ein ítøkilig hending, sum var stuttlig, og sum gevur nógvar góðar kenslur í kroppin. Tað kann til dømis vera ein serligur fótbóltsdystur, ein ávís føðingardagsveitsla ella ein góður fiskitúrur. Tað ber til at skriva hendingina niður á ein lepa, til dømis “føðingardagsveistlan” ella “fótbóltdysturin”, og legg so lepan á náttborðið. Tá Jógvan skal leggja seg at sova ella vaknar um náttina, kann hann lesa lepan og lata góðar tankar koma til sín. Ein fotomynd av einari hending kann eisini geva nógv góð hugmyndasambond.

ANDA DJÚPT: Tá vit eru bangin, anda vit títt og grunt. Kroppurin ger seg kláran at stríðast, men um vit gera ímóti og royna at anda djúpt og róliga nakrar ferðir, so fortelja vit kroppinum, at alt er í lagi. Tá Jógvan kennir seg bangnan ella óróligan, kann hann royna at venja seg at anda djúpt og róliga – heilt niður í lunguni. Tað er slett ikki lætt, men eitt triks er at telja samstundis. Vit anda inn, meðan við telja upp í fimm (1-2-3-4-5), og vit anda út aftur, meðan vit telja upp í fimm (1-2-3-4-5). Hetta skal endurtakast nakrar ferðir.

PAUSA FRÁ RÆÐULEIKAVERUM: Tað kann vera eitt gott hugskot at taka eina lítlan steðg frá ræðufilmum og bókum. Jógvan sigur, at hann hevur ringt við at skilja ímillum veruligt og falskt. Hetta er ein førleiki, sum mennist við árunum. Hóast Jógvan ikki er heilt so ungur og fleiri av hansara vinmonnum megna at hyggja at slíkum filmum uttan at ávirkast, so er tað møguligt, at Jógvan skal gerast eitt sindur eldri, áðrenn hann ordiliga megnar at fyrihalda seg til so nógvan ræðuleika og fantasiverur.

Hevur tú onnur ráð til Jógvan?

PRÁTA UM TAÐ: Eg veit ikki, um Jógvan hevur fortalt foreldrum sínum, hvussu hann hevur tað, og hvussu hann stríðist við myrkur og óhugnaligar tankar. Eg vil viðmæla Jógvani at práta við onkran góðan. Jógvan ynskir at sova hjá vinmonnum, og eg hugsi, at hetta kann vera eitt mál, sum foreldur hansara kanska kunnu hjálpa honum við. Hóast tað í løtuni følist ótrygt at sova úti hjá vinum, so ber til at venja seg spakuliga. Eitt stig í senn.

Tá Jógvan hevur funnið onkrar góðar loysnir heima, so kann tað vera, at nakrar av hesum loysnum eisini rigga, tá hann svevur úti hjá vinmonnum. Um tað til dømis kennist trygt at sova við ljósi, so sig frá.


Les fleiri góð ráð frá Ásu um, hvat man kann gera við sína ræðslu: “Hví verða vit bangin?”

Og um Elina, 11 ár, sum er bangin, tá ið hon er einsamøll heima: “Eg hoyri undarlig ljóð.”


Grein í STROK 5 | 2021

 
Beinta Johannessen