Greinir

Ódjór

 
 

Bjalla B. Dalsgarð, 13 ár, ummælir

Vatnflóð, jarðskjálvtar og so eitt ódjór. Hetta er ikki nakað, vit vanliga seta í samband við Havnina. Men í nýggju, upprunaføroysku bókini Ódjór verður alt hetta veruleiki.

Asta verður happað í skúlanum, men ein dagin møtir hon gentuni Lóu, sum júst er flutt til Havnar at búgva, og tær gerast vinir. Asta hevur eina smáttu í einum træi í viðarlundini, og tær báðar avtala, at tær skulu sova saman í smáttuni. Men klutur kemur í, og Marianna, ein genta í gamla flokkinum hjá Lóu, kemur eisini. Tær tríggjar spæla Snara fløskuni, og tað endar við, at Asta heldur høvdinum undir vatni í ánni, og har sær hon tvey eygu stara at sær. Og eyguni eigur eitt ódjór …

Tað er ringt at siga meira um søguna uttan at avdúka ov nógv, so tað fari eg ikki at gera. Men eg kann viðmæla tær at lesa bókina. Hon er løtt at lesa og spennandi, og tað hendir alla tíðina okkurt.