Greinir

Pokémon Legends Archeus

 

Dánial Suma Poulsen, 18 ár, ummælir

Síðstu tíðina hava pokémonspøl havt ein stóran leiklut innan geyming. Eftir at kenda telefonappin Pokémon Go kom út, hevur Pokémon fingið nógv uppmerksemi. Tað, sum fólki dámdi við Pokémon Go, var, at tað var ein nýggjur máti at spæla uppá. Flest øll vóru troytt av tí gomlu spæliskipanini hjá pokémon, tí spølini mintu øll rættiliga nógv um hvørt annað. Í 2021 bleiv eitt nýtt pokémonspæl avdúkað, nevnliga Pokémon Legends Archeus. Hetta skapti áhuga hjá øllum, ið eru áhugað í pokémon og øllum, ið spæla pokémon, tí hetta spælið lovaði at broyta gomlu spæliskipanina. Og hetta er nakað, sum fólk hava bíðað eftir leingi.

At byrja við

Pokémon Legends Archeus byrjar við, at man vaknar á einari strond. Ein professari finnur teg á strondini og forklárar um verðina, sum man er endaður í. Hann vísir tær, hvussu man fangar pokémonar, og síðani vísir hann tær býin, har hann býr. Í býnum eru nógv ymisk fólk, t.d. ein kvinna, ið selur ting, ein onnur kvinna, ið selur klæðir o.s.fr. Tá man hevur gingið eitt sindur runt í býnum, møtir man leiðaranum í býnum. Hann fortelur saman við professaranum, at onkrir pokémonar uppføra seg øðrvísi, enn teir plaga. Professarin og leiðarin spyrja, um tú kanst fara at kanna málið við at fanga nógvar pokémonar og soleiðis finna út av, hví summir pokémonar uppføra seg annarleiðis. Og hetta er akkurát tað, sum spælið handlar um. At fanga pokémonar.

Frá 2D til 3D

Samanborið við tey gomlu pokémonspølini, sum vóru 2D, so er Pokémon Legends Archeus í 3D. Hetta broytir mátan at fanga pokémonar stórliga. Man er fríur til at fanga teir pokémonar, man vil. Hetta er tað, sum tey flestu hava bíðað eftir, eini øðrvísi uppliving av at spæla pokémon. Men tað eru sjálvandi ikki øll, ið dáma nýggju broytingarnar. Heimurin, sum man spælir í, hevur ikki so nógv at bjóða, og tí kanst tú skjótt troyttast av honum. Mátin, pokémonarnir berjast ímóti hvørjum øðrum, er ikki líka áhugaverdur sum t.d. mátin at fanga pokémonar. Eisini er søgan ikki tann mest spennandi pokémonsøgan, og til tíðir var tað nokk so tungt at spæla seg ígjøgnum hana.

Ikki perfekt, men …

Men bara tað at fanga pokémonar í Legend Archeus er so stuttligt, at tað ger, at man gjarna vil blíva við at spæla spælið. Hetta er ikki eitt perfekt pokémonspæl. Men tað, at vit fáa eina nýggja pokémonspæliskipan, er ógvuliga spennandi. Mátin at fanga pokémonar er góður og stuttligur. Nú skal tað bara arbeiða víðari við mátanum, sum pokémonar berjast uppá, heiminum, man spælir í, og søguni. Um tey trý tingini kunnu verða líka góð, sum mátin at fanga pokémonar uppá, so verða framtíðar pokémonspølini heilt vist góð.