Greinir

Sólgrátur

 
 

Olivia Reinert Joensen, 13 ár, ummælir

Sólgrátur snýr seg um Aud, sum er ættleidd til Føroya úr Suðuramerika. Hon hevur vanligar tannáringatrupulleikar so sum forelskilsi, hjarta­ sorg og ósemjur við foreldrini, men aftrat tí er eisini sjúka og deyði, rasisma og happing. Besti vinur hennara, Vígdis, er flutt til stórbýin, og hóast tær skriva og facetima, hevur Aud ikki aðrar vinir, so hon er nokk so einsamøll. Tað ger tað ikki betri, at Dorit og Rannvá alla tíðina eru eftir henni. Hon fær eisini keðilig sms frá einum ókendum nummari. Alt gongur illa, men so kemur Markus í flokkin, og hann og Aud gerast vinir. Alt sær út til at ganga betur, Markus for­ svarar hana móti Dorit og Rannvá, og hon er ikki so einsamøll, men so hendir okkurt, sum hon ikki hevði væntað, og so raplar alt.

Bókin er ordiliga góð, hon er syrgilig og spennandi, og rithøvundurin dugir væl at lýsa kenslurnar hjá Aud, so lesarin kann liva seg inn í søguna. Søgan gongur fyri seg í Føroyum, men kundi eins væl verið onkra aðrastaðni.

Mær dámar væl bókina, tí at hon gevur mær nakað at hugsa um. Hetta er ein sera góð ung­ dómsbók, sum eg vil viðmæla øllum at lesa.

FAKTA:

Heiti: Sólgrátur
Rithøvundur: Ingun Christensen
Síður: 166
Útgávuár: 2022
Upprunamál: Føroyskt
Innbinding: heft