Greinir

LEGO Star Wars - The Skywalker Saga

 
 

Dánial Suma Poulsen, 18 ár, ummælir

Sum lítil minnist eg serliga eitt spæl á mínum Playstation 2. Tað var LEGO Star Wars: The Complete Saga (2007). Har kundi mann spæla táverandi Star Wars filmarnar, ið vóru útkomnir í legoformati. Sjálvt um spælið var gjørt til børn, so vóru tað bæði ung og eldri, sum spældu LEGO Star Wars: The Complete Saga (2007).

Í 2019 varð kunngjørt, at eitt nýtt Lego Star Wars-spæl skuldi koma út: LEGO Star Wars: The Skywalker Saga. Fólk blivu spent av at hoyra, at allir teir níggju núverandi filmarnir vórðu gjørdir til eitt legospæl við betri graffiki, enn tað gamla LEGO Star Wars hevði, og við meira innihaldi enn nakað annað legospæl. Sjálvur var eg ógvuliga spentur til at spæla tað nýggja legospælið. Men tað var ikki fyrr enn nú í 2022, at eg endiliga slapp at royna LEGO Star Wars: The Skywalker Saga.

Eitt spæl fyri øll

LEGO Star Wars: The Skywalker Saga er eitt risastórt spæl, ið hevur ekstremt nógv innihald. Hvør bani og verð eru væl og nágreiniliga lýst við góðum grafikki. Eitt, sum er heilt annarleiðis við hesum spælinum samanborið við tað gamla, er, at her kanst tú spæla í einari opnari verð. Tað vil siga, at tú ikki skalt spæla missiónir fyri at spæla spælið. Í einari opnari verð hevur tú møguleika at granska alla verðina, tú ert staddur í. Og hetta er sera væl gjørt í LEGO Star Wars: The Skywalker Saga.

Um tú ert stórur Star Wars fjeppari, so eru tað ordiliga nógvir lutir, sum tú kanst finna runt um í teimum ymsu verðunum, sum bara teir størstu Star Wars fjeppararnir leggja merki til. Hetta er tað, sum ger, at spælið er egnað til øll. Øll kunnu fáa gleði av at spæla spælið.

Super grafikkur

Mann skuldi næstan ikki trúð, at hetta var eitt legospæl, tí grafikkurin er nakað so góður. Næstan alt er bygt úr lego. Tað eru bara nakrir fáir bygningar, sum ikki eru bygdir bara úr lego.

Spæliskipanin inni í spælinum er ógvuliga góð, og tað følist deiligt at stýra einum figuri/persóni, ið stýrir einum ljóssvørði ella einari byrsu. Eitt, sum er eitt sindur keðiligt, er, at spælið er ikki so torført at spæla – helst tí, at tað (eisini) er gjørt til børn. Tað hevur ongar avleiðingar, um tú doyrt, og tíverri ber ikki til at gera ella velja torleikastig, so at spælið verður torførari ella meira avbjóðandi at spæla.

Stuttlig søga

Søgan er ógvuliga stuttlig at spæla seg ígjøgnum. Samanborið við tað gamla legospælið, so er nógv gjørt burtur úr søgupartinum hesa ferð. Nú eru t.d. samrøður ímillum figurarnar/persónarnar. Mann hevur eisini møguleika at granska meira í søguni enn áður. Men kortini eru tað nakrar missiónir, sum eg persónliga haldi eru betur gjørdar í tí gamla spælinum.

LEGO Star Wars: The Skywalker Saga er eitt risastórt spæl, sum nógv hevur verið gjørt burturúr. Sjálvt um hetta er eitt legospæl, so kunnu øll spæla tað. Tað er bæði stuttligt og onkuntíð eisini syrgiligt at spæla. Bara tað at spæla hetta spælið og fáa myndir frá eldru útgávuni, sum eg spældi sum yngri, men bara við nógv fleiri og betri møguleikum, ger, at spælið fær fult stigatal frá mær.