Greinir

Roblox

 
 

Peetur Gaard Jakobsen, 11 ár, ummælir

Mær dámar væl at spæla Roblox. Á heimasíðuni roblox.com kann man gera sær ein brúkara og spæla nógv ymisk spøl – fleiri túsund spøl eru at velja ímillum.

Eg haldi, at tað eru nógv góð spøl á Roblox, men nøkur eru vánalig, um tú spyrt meg. Fleiri av spølunum eru ókeypis, men tað eru eisini nøkur spøl, sum tú mást gjalda fyri. Tá skalt tú veksla ordiligar pengar til „robux”, sum eru pengar, tú kanst brúka í spølunum.

Og ikki at gloyma tín Avatar, sum er, hvussu tú sært út. Man kann broyta sín Avatar, næstan sum man vil. Um tú ert sloppin at keypa robux, so kanst tú skifta tín avatar, akkurát sum tú vilt. Man hevur ikki óendaligt av robux, so brúka teir klókt.

Eg haldi, at tað er stuttligt at spæla Roblox við mínum vinum og at spæla við øðrum, sum eg ikki kenni, men sum eg kann læra at kenna. Um tær dámar væl at spæla online, so er Roblox heilt vist eitt spæl til tín.

Tey spølini, mær dámar best beint nú, eru:

• SCP: Roleplay

• Slap Battles

• Infectious Smile

• Wild West

• Battles

• Big Paintball