Greinir

Rustaði heimurin 2 - Motorhjarta

 
 

Jóna Reinert Joensen, 11 ár, ummælir

Hetta er onnur bók í røðini um tey fýra systkini, Píl, Petur, Bowie og Ramonu. Líka sum í fyrstu bók gongur tað fyri seg í framtíðini, har Atlas hevur uppkeypt alla jørðina og alt vatnið, hann fær fatur á.

Píl, Petur, Bowie og Ramona eru hjá abbanum og bíða eftir foreldrunum, sum burdu verið komin fyri fleiri døgum síðani. Ein dagin kemur ein gomul kona á vitjan. Hon sigur seg vera Hvíti skrivarin. Tað vísir seg, at hon kemur fyri Atlas, ið gevur teimum tilboðið, at tey kunnu fáa tað, tey vilja, um tey fortelja eina lygn fyri hann. Men børnini vilja ikki fortelja fólkum eina lygn og serliga ikki hesa lygnina. Eg kann ikki siga, hvat lygnin er, tí tað avdúkar for nógv.

Bókin er ein áminning um, at vit mugu ansa eftir náttúr­ uni, tí vit koyra ov nógv burtur, so tað kann enda við, at jørðin verður ein stórur ruskdungi.

Eg haldi, at bókin er løtt og skjót at lesa. Hon hevur eisini passaliga nógvar myndir, sum gera tað lættari at ímynda sær, hvussu alt sær út.